Ung
Klár at taka ábyrgd
Sum tannáringur fært tú atgongd til gjaldskort og Netbanka. Tú fært soleiðis møguleikan at taka hond um ein part av tínum búskapi. Nýt hendan møguleika!
Frá 18 ára aldri hevur tú fulla ábyrgd, men longu á 13 ára aldri kanst tú fáa títt egna kort at gjalda við. Hjá okkum fært tú fram um alt holla persónliga ráðgeving - eisini sum lesandi í Føroyum ella uttanlands.
Fyrrverandi KontoIN-kundar!
Í Føroya Banka hevur uppsparingarkonto høga rentu, meðan nýtslukonto ella vanlig konto hevur lága rentu. Les um uppsparingarkontinar, Mína Uppsparing og Barnauppsparing. Í sambandi við at vit hava niðurlagt KontoIN-konti, er Uppsparingar KontoIN lagt um til Mína Konto, meðan Nýtslu KontoIN er umlagt til vanliga konto. Í hesum sambandi verður gjørt vart við, at rentan á vanligari konto er munandi lægri, enn á fyrrverandi NýtsluKontoIN.
Hevur tú meiri standandi á vanligari konto, enn tú skalt brúka, er tað tí skilabest at flyta yvir á uppsparingarkonto, fyri at fáa hægri rentu. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú vilt hava ráðgeving í hesum sambandi.


















