Fleiri nýggj størv í Føroya Banka
Føroya Banki er í eini spennandi menningartilgongd. Í oktober 2009 keypti bankin meirilutan í íslendska tryggingarfelagnum Vørði. Í februar 2010 keypti bankin 12 bankadeildir frá danska peningastovninum Sparbank, 9 deildir í Danmark og 3 deildir í Grønlandi. Sostatt eru yvir 450 starvsfólk í samtakinum, harav helvtin uttan fyri landoddarnar. Høvuðssæti bankans er í Tórshavn.
Herfyri viðtóku partaeigarar bankans á ársaðalfundi, at bankin skal skifta navn til BankNordik, sum ber boð um, at bankin hevur ment seg til ein norðurlendskan fíggjarstovn.
Í løtuni eru hesi størv leys at søkja:
| Grønland |
| Privatkundaráðgevi til Nuuk |
Umsókn av tínum eintingum
Tú ert altíð vælkomin at senda okkum eina umsókn av tínum eintingum. Umsókn og CV kunna sendast til starvsfolk@foroya.fo, ella til Starvsfólkadeildina, Húsagøta 3, FO – 100 Tórshavn. Vit goyma tína umsókn í 6 mánaðir, og seta okkum í samband við teg um hóskandi starvsmøguleikar stinga seg upp.













