![]() |
Í Føroyum veksur áhugin fyri at gera íløgur í virðisbrøv støðugt. Tá tú skalt gera íløgur í virðisbrøv, ráðgeva vit tær væl. Á síðum okkara um marknaðirnar finst munagott, kunnandi tilfar um virðisbrævaøkið, sum er ein lutfalsliga nýggjur heimur fyri okkum føroyingar. Tilfarið hjálpir tær at koma í gongd við íløgur í virðisbrøv. Somuleiðis eru talvur og grafar við dagførdum kursum á øllum høvuðsvísitølunum og einstøku partabrøvunum á norðurlendsku partabrævamarknaðunum. Tú kanst velja at vága og vinna við at gera íløgur í virðisbrøv í bankanum. Vit geva tínum pengum møguleika at vaksa.
Um tú hevur spurningar ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum við at senda ein teldupost til ilogur@foroya.fo ella við at ringja

















