![]() |
Vit veita fígging til allar vinnur – fiskivinnu, alivinnu, byggivinnu, ídnaðarvinnu, handilsvinnu, flutningsvinnu og aðra vinnu. Ráðgevar okkara hava drúgvar royndir sum ráðgevar hjá vinnulívinum. Teir hava verið við í bæði viðgongd og mótgongd, og teir kenna vinnulívið frá innast til uttast.
Corporate Financedeildin byrjaði sítt virksemi á heysti 2006. Umframt at ráðgeva í sambandi við keyp og sølu av fyritøkum, veitir Corporate Financedeildin ráðgeving í sambandi við at fáa til vegar kapital til t.d. keyp av fyritøkum og virðismeting í sambandi við sølu ella umskipan.

















